Á FÓLKAATKVØÐU UM LIBERALARI FOSTURTØKULÓG

Írar skulu í næstum á fólkaatkvøðu, sum snýr seg um at geva parlamentinum heimild at liberalisera írsku fosturtøkulógina. Írska fosturtøkulógin er enn strangari enn tann føroyska. Snotra hevur tosað við felagsskapin Frítt Val, sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum.

Tráin Petursson Nónklett hevur skrivað.

Írar og føroyingar hava nógv til felags, tá ið tað snýr seg um ymisk mál, sum oftani verða bólkaði undir sokallaði “etisk mál”. Bæði londini hava stranga fosturtøkulóg, og tað er heilt nýligani, at hjúnabandslógirnar eru broyttar soleiðis, at tvey av sama kyni sleppa at giftast borgarliga. Tá vóru írar eisini á fólkaatkvøðu. Hetta var í mai 2015, har 62% av fólkinum atkvøddu “ja” á fólkaatkvøðuni. Í Føroyum var aftaná tógvið stríð endaliga samtykt í 2016, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga.

Írska fosturtøkulógin strangari enn tann føroyska

Fosturtøkulógin í Írlandi er enn strangari enn tann føroyska lóggávan. Írska lóggávan er soleiðis, at bert kvinnur, har lívið á kvinnuni er í vanda, hava loyvi at fáa fosturtøku framda. Í Føroyum kunnu kvinnur fáa framda fosturtøku undir serligum treytum. Treytirnar eru m.a.: at lívið á kvinnuni er í váða, er neyðtikin ella sálarliga illa fyri. Føroyska lóggávan er sera gomul. Hon er frá 1956, tó við nøkrum broytingum síðani, og er skrivað á donskum.

Fólkið í Írlandi skal ikki taka støðu til eitt liðugt lógaruppskot á fólkaatkvøðuni. Verður tað eitt “ja”, so er tað ein heimild til írska parlamentið at gera eina lóggávu, sum loyvir fosturtøku upp til 12. viku.

Fólkaatkvøðan verður eftir ætlan hildin seint i mai mánað í ár.

Frítt Val: Løgtingið eigur broytingina

Felagsskapurin Frítt Val – fyri fríari abort arbeiðir fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum. Felagsskapurin er ein samling av føroyskum kvinnum, sum saman hava gjørt vart við málið. Tær hava m.a. skrivað alment skriv, savna inn undirskriftir og skipa fyri filmskvøldum.

Tær hava savnað fleiri hundrað undirskriftir, sum kunnu síggjast her á myndini. (Greinin heldur áfram niðanfyri)

Frítt val_undirskriftir

  • Vit eiga at liberalisera abortlógina í Føroyum, tí at vit halda, at allar kvinnur skulu vera javnar fyri lógini, tá tað viðvíkur abort. Kvinnan hevur ræðið á egnum kroppi, og tí skal hon sjálv gera av, um hon fremur abort ella ikki. Tað skal verða kvinnan, ið hevur síðsta orðið, hvørt abortin verður framd ella ikki, og ikki ein lækni, politikari ella serfrøðingur. Allar kvinnur í Føroyum skulu hava sama møguleika at ráða yvir egnum kroppi og gera av, hvusssu framtíðin verður skipað, svarar Frítt Val, tá spurt verður um, hví vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum.

Men loysnin er sambært teimum ikki ein fólkaatkvøða, eins og Írland fer at halda. Tað er Løgtingið sjálvt, sum skal broyta lógina.

  • Vit meina, at Løgtingið sjálvt skal taka sær at av broyta abortlógina. Sum rørsla halda vit ikki tað er ok, at allar Føroyar við atkvøðurætti skulu vera við til at avgera, um vit skulu hava ræðið á okkara egna kroppi, svara tær at enda.

 

Keldur: The Guardian, logir.fo

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: